1990, og síðani hevur hann verið at kalla fastur maður, tá skaðar ikki hava forðað honum at spælt. Hetta kappingarárið hevur hann tó í stóran mun verið skiftisspælari, og tað er væl hugsandi, at hann eisini [...] eisini hevur tann leiklutin í kvøld. Men eins vist tykist tað, at hann verður millum teir, sum verða skiftir inn í dystin, har júst Sir Bobby Charlton fer at teljast millum áskoðararnar.
gjárkvøldið, at tann 76 ára gamli senatorurin hevði tað gott, og at hann var í góðum hýri. Edward Kennedy hevur sagt, at hann ætlar sær at taka tað politiska arbeiðið uppaftur, og at hann ætlar sær reka [...] fyri Barrack Obama upp undir forsetavalið í heyst. Kennedy hevur verið amerikanskur senatorur síðani 1962. So leingi hevur eingin annar verið í Senatinum.
bretska pundinum hevur ongantíð verið so lágt sum nú. Í morgun kostaði eitt bretskt pund 8 krónur og 40 oyru, og sambært danska tjóðbankanum hevur pundið ongantíð verið so bíligt síðani 1875, tá bankin [...] eitt pund 18 krónur og 14 oyru, og tá tað var í hæddini í 1926, var virðið 26 krónur og 50 oyru. Minsta virðið undan degnum í dag var tann 20. november í 1995, tá tað var 8 krónur og 47 oyru.
útgrivin grundøkir tald við Síðani Vágatunnilin gjørdist veruleiki, hevur verið nógv bygt í Vágum. Størstur hevur byggihugurin verið í Miðvági, og har heldur nógva sethúsabyggingin fram. Tey flestu húsini [...] Kirkjabø, har kommunan júst hevur gjørt tveir nýggjar vegir. Tað standa eisini fleiri hús í gerð Norði á Heiðum, sum er nýggjasti býlingurin í Miðvági, tað verða eisini sethús bygd aðrastaðni í bygdini. Jóhannes
hóskvøldið og heldur fram alt vikuskiftið. Seinastu nógvu árini hevur Ársmøtið verið hildið í Leguhúsinum í Nesvík, men í ár verður tað í Meinigheitshúsinum og í Vesturkirkjuni í Havn. ? Vit hava valt at flyta [...] Í Nesvík hevur ein tann trupulleikan, at hølini ikki eru nóg stór til kvøldmøtini, tá ið tað ofta hevur verið sera trongligt. - Við at hava Ársmøtið í Havn, kunnu vit rúma nógv fleiri fólkum, sigur Vagn
Gøtu. Men tað hevur so reist spurningin um, hvat kommunuskrivstovan í Leirvík so skal brúkast til. Eisini í bygdaráðnum hevur hesin spurningurin verið til umrøðu. Eitt, sum nógv hevur verið tosað um, er [...] Tað kann væl henda, at kommununuskrivstovan í Leirvík verður brúkt til kunningarstovu og onnur frítíðarendamál í framtíðini Nú Leirvík og Gøta hava lagt saman í eina kommunu, er gjørt av, at umsitingin
Fleiri røddir hava verið frammi gjøgnum árið, at liðini hugsa meira verjukent enn áður, og tað sæst aftur á tølunum yvir skotin mál. Samanborið við hini árini í Formuladeildini, sum hevur verið heitið á fremstu [...] fremstu deildini síðan 2005, so vóru gott og væl 65 færri mál skotin í ár. Tað skal sjálvandi takast við, at í løtuni standa tríggir dystir í seinasta umfarinum at enda málleysir, tí hesir vóru blástir av
Frá 1. januar 2009 strikar Smyril Line óljuavgjaldið, sum hevur verið lagt á ferðaseðlar við Norrønu. Avgjaldið er 100 krónur Tað var sum eina avleiðing av methøgu óljuprísunum fyrr í ár, at Smyril Line [...] ferðafólkið, sum keypti sær ferðaseðil við Norrønu. Nú óljuprísurin er fallin munandi heldur felagið, at tað er nattúrligt at serliga óljuavgjaldið verður strikað, soleiðis at kundin sleppur undan at gjalda hendan [...] Umframt at avtaka óljuavgjaldið avtekur Smyril Line frá 1. januar 2009 eisini bókingargjaldið sum hevur verið 60 krónur fyri hvønn persón, boðar Smyril Line frá í morgun.
samráðingar hava verið millum Faroe Seafood og tey, sum standa aftanfyri Kósina í Klaksvík. - Nei, eg kenni einki til, at okkara felag hevur verið í nøkrum samráðingum um nakað. Meinhard sigur, at tað einasta, [...] hann veit um Kósina, er tað, sum fjølmiðlarnir hava borið um gjaldssteðgin, sum nú er longdur í tríggjar mánaðir. - Vit hava nóg mikið at dragast við sjálvir og hava sum er ongar ætlanir um at keypa Kósina
3. flokkur í Stranda skúla hevur verið á vitjan í Miðlahúsinum í dag Strandingar hava verið í Havn í dag. Talan er um 3. flokk, sum hevur vitjað arbeiðspláss hjá foreldrum, sum arbeiða í Havn. Ætlanin [...] sodavatn. Sum tað sæst á myndini, fingu tey eisini t-skjúrtur og keppar frá Eik. Áðrenn tey fóru heim, komu tey inn í Miðlahúsið, har ið tey sóu, hvussu Sosialurin verður framleiddur, og hvussu tað verður skrivað