Skurðviðgerðin eydnaðist væl

Edward Kennedy varð í gjár skorin fyri heilakrabba. Læknarnir siga, at skurðviðgerðin gekk eftir ætlanini Skurðviðgerðin vardi hálvan fjórða tíma, og Allan Friedman, lækni, segði aftaná, at alt hevði gingið sum ætlað, og at Edward Kennedy skal nú fáa stráluviðgerð.

Ein talskvinna hjá Edward Kennedy segði í gjárkvøldið, at tann 76 ára gamli senatorurin hevði tað gott, og at hann var í góðum hýri.

Edward Kennedy hevur sagt, at hann ætlar sær at taka tað politiska arbeiðið uppaftur, og at hann ætlar sær reka valstríð fyri Barrack Obama upp undir forsetavalið í heyst.

Kennedy hevur verið amerikanskur senatorur síðani 1962. So leingi hevur eingin annar verið í Senatinum.