Ferðaleiðarar endaðu í geglinum

Skulu framstillast í grundlógaravhoyring í dag.

Í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um útlendingar, sum arbeiddu sum ferðaleiðarar í Føroyum uttan arbeiðsloyvi. Talan var um ferðaleiðarar, sum vóru í Kalsoynni.

Løgreglan stóð fyri teimum, tá teir komu aftur úr Kalsoynni, og handtók persónarnar, sum hava sitið í arrestini í nátt.

 

Teir skulu framstillast í dag klokkan 13 í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at teir eru handtiknir, tí teir sambært útlendingalógini skulu hava arbeiðsloyvi fyri at arbeiða sum ferðaleiðarar í Føroyum. Og tá er tað líka mikið, um teir fáa gjald fyri arbeiðið ella ikki.