Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, sigur, at ein avtala við Iran framvegis kann verða í ljósmála í dag, mánadagin.
- Vit hildu, at vit kundu koma við onkrum nýggjum í gjárkvøldið, men kanska tað verður í dag.
Tað segði amerikanski uttanríkisráðharrin á einari vitjan í indiska høvuðsstaðnum, New Delhi, í dag.
Hann nam eisini við støðuna hjá Ísrael, um ein friðaravtala millum USA og Iran kemur upp á pláss.
Marco Rubio segði, at uttan mun til eina vápnahvíld í Miðeystri, fer Ísrael altíð at eiga rættin til at verja seg.
- Ísrael fer altíð at hava rættin at verja seg sjálvt. Sendir Hisbollah rakettir móti Ísrael, hevur Ísrael fullan rætt til at svara aftur.
Hetta segði amerikanski uttanríkisráðharrin uppundir endan av vitjan síni í India, og tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur.











