Jógvan Kruse er nú fíggjarleiðari

Jógvan Kruse er 47 ára gamal og hevur drúgvar royndir innan bæði fíggjarøkið, leiðslu, fyrisiting og KT

Vága kommuna hevur sett Jógvan Kruse í farloyvisstarvið sum fíggjarleiðara hjá kommununi.

 

- Í samband við, at fíggjarleiðarin hevur tikið sæti á løgtingi, hevur kommunan søkt eftir nýggjum fíggjarleiðara í farloyvisstarv.

 

Soleiðis siga tey í Vága kommunu í dag.

 

- Tá umsóknarfreistin var farin, vóru átta umsøkjarar til starvið, og eftir einari samlaðari meting, varð avgjørt at bjóða Jógvan Kruse starvið.

 

Jógvan Kruse er 47 ára gamal og hevur drúgvar royndir innan bæði fíggjarøkið, leiðslu, fyrisiting og KT.

 

Hann tók bankaútbúgving frá Føroya Banka í 2004 og akademiútbúgving innan fíggjarliga ráðgeving í 2006. Harumframt hevur hann tikið fleiri viðkomandi skeið, eitt nú innan statistikk, leiðslu og samstarv.

 

- Síðan januar 2025 hevur hann verið stjóri og fíggjarleiðari í terminal.fo, sum nú er partur av Kodio.

 

Árini 2021 til 2024 var hann borgarstjóri í Sunda kommuna, og áðrenn tað var hann stjóri í terminal.fo, sum hann sjálvur stovnaði í 2017.

 

- Hann hevur eisini verið fíggjar- og fyrisitingarleiðari í Sunda kommunu og hevur harumframt drúgvar royndir frá bæði Føroya Tele og Føroya Banka.

Í Vága kommunu ynskja tey Jógvani Kruse hjartaliga tillukku við starvinum, og tey gleða seg til samstarvið.

Jógvan Kruse byrjar í starvinum hin 1. juli.