Í síðstu viku upplýsti Iran, at samráðingar eru við Oman um at lata uppaftur Hormussundið, og í dag kemur amerikanski forsetin í samrøðu við Fox News við hóttanum móti Oman.
- Um Oman leggur seg í vegin, bumba vit teir sundur og saman, segði Donald Trump við tíðindarásina.
Avtalan millum Iran og USA gongur út í dag, og Iran hevur sagt, at avtalan er endi á krígnum millum londini - og at talan ikki er um eina fyribils vápnahvíld.
Men, tað er ikki altíð, at fráboðaninar úr Iran eru í samsvari við tað, sum amerikanski forsetin sigur - ei heldur øvut.
Fríggjadagin segði Donald Trump seg hava ætlanir um at gera Hormussundið til amerkanskt øki, tá USA er liðugt við at berja niður Iran.
USA hevur fleiri herstøðir í Oman og hevur havt eitt hernaðarligt samstarv við landið síðan 1980.
Tv2.no veit at siga, at USA síðan 2019 hevur havt eina strategiska rammuavtalu við Oman.
Men, í dag hóttir amerikanski forsetin so landið, sum Donald Trump sjálvur áður hevur umrøtt sum ein "týdningarmiklan samstarvspart í Miðeystri.
- Vit arbeiða saman við einum máli um eitt stabilt, trygd og vælbjargað Miðeystur, skrivaði amerikanska uttanríkisráðið sambært tv2.no í januar 2025.










