Oljuprísurin er seinnapartin í dag farin upp um 105 dollarar fyri fatið. Hetta er mesti prísurin síðan í mai í ár.
Orsøkin er ótryggleikin í Hormussundinum saman við minstu oljuframleiðslu í Saudi Arabia síðan 1990.
Tað veit norska heimasíðan - www.e24.no - at siga. Lagt verður aftrat, at prísirnir á gassi samstundis eru teir hægstu síðan 2022.
Sagt verður, at prísvøksturin á olju kemur eftir, at ráðgevar hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, hava sagt, at Iran-stríðið helst fer st vara fram til 2029.










