Strandingar á Sosialinum

3. flokkur í Stranda skúla hevur verið á vitjan í Miðlahúsinum í dag Strandingar hava verið í Havn í dag. Talan er um 3. flokk, sum hevur vitjað arbeiðspláss hjá foreldrum, sum arbeiða í Havn.

Ætlanin hjá teimum er at koma runt á arbeiðsplássini hjá øllum foreldrunum.

Tey byrjaðu við at fara í Tekniska skúla. Síðani fóru tey at svimja. Aftaná fóru tey í Eik Banka, har ið tey fingu pitsa og sodavatn.

Sum tað sæst á myndini, fingu tey eisini t-skjúrtur og keppar frá Eik.

Áðrenn tey fóru heim, komu tey inn í Miðlahúsið, har ið tey sóu, hvussu Sosialurin verður framleiddur, og hvussu tað verður skrivað á Portalin.