Sigmunds svørð kúgar enn

Dóttir mín er farin í 1. flokk, og hon trívist. Hon gongur í einum góðum, fólkaskúla her í Danmark, har læring ikki bert snýr seg um bøkur, men eisini um fólk

Floksfelagar hennara eru úr ymiskum mentanum og ymiskum uppruna – muslimskar familjur, LGBTQ-familjur og fólk av ymsum húðalitum. Hon gongur í skúla og spælir uttan ótta – ótta fyri at verða revsað fyri bara at vera til ella fyri at hava ein "óreinan" tanka. Big Brother ávirkar ikki hennara lív, bert ein uppaling við læring um samkenslu og empati fyri øðrum.

 

Hetta er ein ógvuliga stórur mótsetningur til míni egnu barna- og ungdómsár í Føroyum, og tað er hesin mótsetningurin, sum gjørdi, at eg valdi at fara av landinum. Tað er ein mótsetningur fyri frælsi – meiri bestemt, frælsi frá teirri inngrógvaðu ræðsluni, sum myndaði míni barnaár. Ein ræðsla, sum ikki stavar frá vandamiklum klettum ella illveðri, men frá ógvusliga, dogmatiska, karismatiska vonginum av evangeliskum kristindómi.

 

Eg minnist sunnudagsskúlarnar og summarlegurnar, har 900-ára langa lívið hjá Metusalem ikki varð framborin sum eitt ævintýr, men sum ein bókstaviligur, ólogiskur, veruleiki um, hvussu gomul fólk kundu blíva í bíbilskum tíðum. Vit skuldu bara taka tað sum fakta. Eg minnist meg sjálvan sum barn, tá eg lurtaði eftir vaksnum – summi av teimum gudfrøðingar – prædika hesar fiktiónirnar, og eg hugsaði: ”Teir kunnu ikki trúgva uppá hetta”. Men tey halda fram at siga hesar søgur. Endamálið er ikki at sannføra fólk, men at innblása ræðslu og fávitksu í tann, ið lurtar. Soleiðis verða fólk bundin at samkomunum. Tá eitt barn er indoktrinerað ígjøgnum sunnudagsskúlan og avbyrgt frá øllum uttanfyri samkomuna, ger ræðslan fyri at verða útskúgvaður úr felagsskapinum seg líka sterka sum ræðslan fyri guddómligari revsing.

 

Henda indoktrineringin framleiðir vaksin, sum ikki eru før fyri at hugsa sjálvstøðugt ella hava filosofiskar meiningar. Hvør einasta avgerð, sum tey taka, er grundað á ræðslu og kunnleikaloysi, sum tey eru vaksin uppí. Ein kanning frá 2017 vísti, at 52 prosent av føroyingum ikki tugva uppá menningarlæruna, og tað er ein beinleiðis avleiðing av, at okkara útbúgvingarskipan hevur tapt stríðið ímóti hesi átrúnaðarligu kultini av óvitan. Tá man veksur upp uppá hendan máta, hevur man sera trupult við at skilja ímillum fakta og fiktión.

 

Henda ræðslugitnan er ikki bara ein átrúnaðarlig stremban eftir reinleika; hon er eitt politiskt vápn. Hon er tann beinleiðis drívmegin aftanfyri Miðflokkin og aðrar konservativar kristnar tinglimir, sum vilja áleggja landinum eina bíbilska lógarskipan. Tey, sum mótmæla uppskotinum um at broyta lógarverkið um fosturtøku, endurtaka tey somu einfaldu, ónuanseraðu argumentini, og tey vilja ikki viðurkenna tær neyðugu, nuanseraðu avgerðirnar, sum kvinnur noyðast at taka, ei heldur at viðurkenna kvinnuligt sjálvsræði. Teirra grundgeving er ikki rótfest í samkenslu ella veruleika, men í einum ynski um at hava ræði á fólki.

 

Kjakast hevur verið um at kvinnuligt sjálvsræði skuldi havt guddómligar avleiðingar. Greinir í okkara egnu bløðum, sum í Dimmalætting, hava ávarað ímóti guddómligari revsing – um vreiði Guds, ið kemur niður yvir land okkara, um vit ikki liva eftir boðum hansara. Men hví skulu vit í 21. øld virða eina slíka yvirtrúgv, tá vit smíða lógir? Henda grundgeving er ikki meira gyldug enn tann hjá einum zulu-kongi, sum sigur okkum, at um vit ikki dansa ein regndans, verður turkur og hungursneyð. Trúgvin uppá, at ein serstakur gudur kann revsa eina heila tjóð fyri eina lóggávuavgerð, er ein formur fyri magiskari hugsan. Hon hevur einki at gera í einum nútímans fólkaræði, sum er bygt á rættvísi, samkenslu og rættindum hjá borgarunum. At loyva slíkari ræðslu at avgera okkara lógir er ikki eitt tekin um trúgv, men um eina vandamikla, kollektiva yvirgeving til forna yvirtrúgv.

 

Og tað er ein djúp, beisk ironi við øllum hesum. Tað eru tey somu, sum so larmandi kritisera muslimar og teirra koran-skúlar, og leggja teimum eftir at mynda eitt "hóttandi parallel samfelag," sum setur fornar tekstir yvir lóg landsins. Tey eru blind fyri teirra egna hyklarí, tá tey reka teirra egna skattafría parallel samfelag ígjøgnum sunnudagsskúlar, kristnar summarlegur, kristnar privatskúlar og frítíðarskúlar. Tey trúgva sjálvi, at teirra heilagi tekstur er okkara borgarligu lógum og fólkaræðis virðum yvirlagdur.

 

Fávitska og kontinueringin av hesu fávitsku í almenna rúminum, haldi eg, er rein óndska. Hon loyvir einum sterkum, ikki serliga lítlum, bólki at køva eitt tjóðarkjak og at nokta kvinnum rættin til at taka sínar egnu avgerðir um teirra kropp og teirra framtíð. Vit mugu standa ímóti hesum.

 

Hetta kjak snýr seg ikki bert um eitt einstakt lógaruppskot. (Hevur Gud enn straffað okkum fyri §266b?) Tað er ein framhaldan av einum søguligum stríði, sum gongur aftur til grundvøllin av okkara tjóð. Tað er eitt stríð ímóti kúging. Tvungna kristnanin av Føroyum við Sigmundi Brestissyni í árinum 999 var ikki ein umvending av hjørtum, men ein niðurmanan við svørði. Svørð hansara var ikki nýtt til at sannføra fólk, men til at krevja lýdni.

 

Í dag situr hetta svørðið enn á okkara felags hálsi. Tað er ikki longur eitt veruligt svørð, men eitt myndamál – hóttanin um átrúnaðarligt vald, sum verður brúkt til at nokta kvinnum teirra sjálvdømi og at áleggja treytir fyri okkara tjóðarlív. Hetta er okkara val: at verða standandi í skugganum av hesum forna svørði, ella at velja eina leið av samkenslu, frælsi og nýmótans sjónarmiðum. Tað er tíð at líta á okkara kvinnur og okkara fólkaræði, og endiliga at leggja ræðslusvørðið í slíðrar.

 


John Ivar Venned.