Pundið í botni

Tey, sum keypa vørur ella tænastur í Bretlandi í hesum døgum, kunnu gera kvetti, tí virðið á bretska pundinum hevur ongantíð verið so lágt sum nú. Í morgun kostaði eitt bretskt pund 8 krónur og 40 oyru, og sambært danska tjóðbankanum hevur pundið ongantíð verið so bíligt síðani 1875, tá bankin byrjaði at skráseta kursir. Til samanberingar kann nevnast, at í 1875 kostaði eitt pund 18 krónur og 14 oyru, og tá tað var í hæddini í 1926, var virðið 26 krónur og 50 oyru. Minsta virðið undan degnum í dag var tann 20. november í 1995, tá tað var 8 krónur og 47 oyru.