Í Miðvági verður bygt so nógv sum ongantíð áður. 22 hús eru í gerð í Miðvági. Tá eru nýliga útgrivin grundøkir tald við Síðani Vágatunnilin gjørdist veruleiki, hevur verið nógv bygt í Vágum. Størstur hevur byggihugurin verið í Miðvági, og har heldur nógva sethúsabyggingin fram.
Tey flestu húsini standa í gerð í Kirkjabø, har kommunan júst hevur gjørt tveir nýggjar vegir. Tað standa eisini fleiri hús í gerð Norði á Heiðum, sum er nýggjasti býlingurin í Miðvági, tað verða eisini sethús bygd aðrastaðni í bygdini.
Jóhannes Klein,bygdarráðsfortmaður sigur við portalin hjá Jóanisi Nielsen, at í næstum verður eisini farið undir at byggja nýggjan barnagarð í bygdini.