Frá 1. januar 2009 strikar Smyril Line óljuavgjaldið, sum hevur verið lagt á ferðaseðlar við Norrønu. Avgjaldið er 100 krónur
Tað var sum eina avleiðing av methøgu óljuprísunum fyrr í ár, at Smyril Line 1. mars í ár legði eitt serligt óljuavgjald upp á 100 krónur fyri hvørt ferðafólkið, sum keypti sær ferðaseðil við Norrønu.
Nú óljuprísurin er fallin munandi heldur felagið, at tað er nattúrligt at serliga óljuavgjaldið verður strikað, soleiðis at kundin sleppur undan at gjalda hendan eykakostnað.
Umframt at avtaka óljuavgjaldið avtekur Smyril Line frá 1. januar 2009 eisini bókingargjaldið sum hevur verið 60 krónur fyri hvønn persón, boðar Smyril Line frá í morgun.