Petra Olsen sett sum integratiónssamskipari

- Hon hevur eina greiða fatan av teimum avbjóðingum og møguleikum, sum fylgja við tí at flyta til Føroya, siga Vága kommuna og Sørvágs kommuna

Vága kommuna og Sørvágs kommuna hava tikið avgerð um at seta Petru Olsen sum integratiónssamskipara. Talan er um eitt tíðaravmarkað verkætlanarstarv, og Petra byrjar í stavinum hin 1. august.

 

Petra Olsen hevur drúgvar royndir innan integratión og undirvísing. Síðani 2020 hevur hon undirvíst tilflytarum í føroyskum sum annaðmál (FSA), og hon er millum tey fáu í Føroyum, sum hava serliga útbúgving innan undirvísing av vaksnum tilflytarum í føroyskum.

 

Gjøgnum sítt arbeiði hevur Petra verið ein av teimum fyrstu, sum nógv nýkomin hava møtt á sínari leið inn í føroyska samfelagið.

 

- Hon hevur tí eina greiða fatan av teimum avbjóðingum og møguleikum, sum fylgja við tí at flyta til Føroya, og hon hevur drúgvar royndir við at vegleiða og stuðla tilflytarum í bæði málmenning og gerandisdegnum.

 

- Hesar royndir geva henni eitt gott grundarlag fyri at menna og samskipa integratiónsarbeiðið í Vágum, siga Vága kommuna og Sørvágs kommuna, sum fegnast um at kunna seta Petru í starv, eins og henni verður ynskt blíðan býr.