Eldur er í bilverkstaðnum í Porkerishaganum. Mynd: Suðurrás

Eldur í bilverkstað í Porkerishaganum

Sløkkiliðið arbeiðir í kvøld við at sløkkja ein stóran eld í einum bilverkstaði í Porkeri.

Eldur er í bilverkstaðnum í Porkerishaganum. Mynd: Suðurrás

Um hálvgum ellivu tíðina fekk løgreglan fleiri fráboðanir um eld í einum bilverkstaði í Porkeri.

 

Sløkkiliðið fór beinanvegin á staðið og arbeiðir framvegis við at sløkkja eldin. Sambært løgregluni er talan um ein rættiliga stóran eld.

 

Bilverkstaðið liggur nærhendis bygninginum hjá SEV í Porkerishaga niðanfyri landsvegin millum Hov og Porkeri.

 

Sambært Suðuroyarportalinum hevur dagliga virksemið á verkstaðnum verið niðurlagt fyri stuttum.

 

Løgreglan hevði seint í kvøld ikki fingið fráboðanir um, at fólk skuldu vera inni í bygninginum, og tí bendir einki á, at nakar hevur fingið skaða.

 

Enn er ikki greitt, hvat elvdi til eldin.

 

Lesið Suðurrás her

 

Eldur er í bilverkstaðnum í Porkerishaganum. Mynd: Suðurrás