Faroe Seafood keypir ikki Kósina

- Eg kenni einki til, at vit eru partur av nakrari endurreisn av Kósini í Klaksvík, sigur Meinhard Jacobsen, stjórin í Faroe Seafood

Vinna

 

Meinhard Jacobsen sigur, at ongar samráðingar hava verið millum Faroe Seafood og tey, sum standa aftanfyri Kósina í Klaksvík.

- Nei, eg kenni einki til, at okkara felag hevur verið í nøkrum samráðingum um nakað.

Meinhard sigur, at tað einasta, hann veit um Kósina, er tað, sum fjølmiðlarnir hava borið um gjaldssteðgin, sum nú er longdur í tríggjar mánaðir.

- Vit hava nóg mikið at dragast við sjálvir og hava sum er ongar ætlanir um at keypa Kósina, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri í Faroe Seafood.