Liðini hjá Mattiasi og Gullbrandi vunnu

Bæði føroyingaliðini í næstbestu norsku fótbóltsdeildini leiktu dyst fyrr í kvøld.

 

Gullbrandur í Horni Øregaard var aftur liðskipari hjá Sandnes ULF, ið vann seg víðari í norsku steypakappingini.

 

Á útivølli vann Sandnes 3-2 á Varhaug, ið spælir í fjórðbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Ali Memed fekk Sandnes á sigurskós longu í fimta minutti, men so megnaði Varhaug at kløkka favorittarnar úr næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Innanfyri fýra minuttir skoraði Varhaug tvær ferðir, og so var støðan 2-1 til heimaliðið í steðginum.

 

Sandnes megnaði tó at svara aftur tvær ferðir í seinna hálvleiki. Andreas Rosendal Nyhagen og Jonas Brune Aune syrgdu fyri at bjarga Sandnes víðari í kappingini.

 

Í næstbestu norsku fótbóltsdeildini vardi Mattias H. Lamhauge málið, tá lið hansara, Strømsgodset vann 3-1 á Hødd á Marienlyst leikvøllinum í Drammen.

 

Tað sá tó svart út hjá Strømsgodset eina løtu. Í 63. minutti fekk Fredrik Ardraa hjá heimaliðnum seinna gula kortið, og fýra minuttir seinni legði Hødd seg á odda 1-0.

 

Gustav Wikheim javnaði tó fyri Strømsgodset átta minuttir seinni, og í tíðini dómarin hevði lagt aftrat syrgdu Jesper Taaje og Andreas Heredia-Randen fyri at heimaliðið vann dystin 3-1.

 

Strømsgodset er fjórðfremst í deildini við 38 stigum. Stabæk og Kongsvinger eru fremst við 42 stigum hvør.