Tvey norsk lið hava vunnið seg í Deildarspælið í Champions League

Mikukvøldið skrivaði Viking Stavanger søgu

Í Viking Stavanger fegnast tey um fyrstu luttøkuna í deildarspælinum í Champions League (Mynd: Ritzau Scanpix)

Hetta er tað besta árið nakrantíð hjá norskum fótbólti.

 

Í summar gjørdist Noreg nummar fimm í HM-endaspælinum í fótbólti, og nú hava tvey norsk lið megna at vinna seg í deildarspælið í Champions League.

 

Bodø/Glimt vann ígjár 3-0, og harvið ein samlaðan 6-1 sigur á niðurlendska liðnum, NEC Njimegen. Harvið hevur Bodø/Glimt vunnið seg í deildarspælið tvey ár á rað.

 

Mikukvøldið skuldu verandi meistararnir, Viking Stavanger gera teimum kunstin eftir. 

 

Viking hevði javnleik 2-2 við sær úr Kroatia aftaná fyrra røkk støkk dystinum móti Kroatia Zagreb.

 

Tað eydnaðist Viking at vinna heimadystin 3-1, og harvið ein samlaðan 5-3 sigur.

 

Talan er um søguskriving, tí hetta er fyrstu ferð Viking vinnur seg til deildarspælið í heimsins fremstu kapping fyri felagslið.

 

Viking og Bodø/Glimt vera einastu umboðini fyri norðurond í deildarspælinum í Champions League. 

 

Viking FK-Dinamo Zagreb 3-1 (1-1) - Viking vinnur samantalt 5-3.

 

0-1 Arber Hoxha ('10 )

1-1 Zlatko Tripic, br. ('18 )

2-1 Edvin Austbo ('48 )

3-1 Tobias Moi ('50 )

 

Í Viking Stavanger fegnast tey um fyrstu luttøkuna í deildarspælinum í Champions League (Mynd: Ritzau Scanpix)