65 færri mál skotin

Ongantíð áður hava so fá mál verði skotin i Formuladeildini sum í 2008

Fótbóltur

 

Merkisvert við ársins útgávu av Formuladeildini var, at so fá mál vóru skotin. Fleiri røddir hava verið frammi gjøgnum árið, at liðini hugsa meira verjukent enn áður, og tað sæst aftur á tølunum yvir skotin mál. Samanborið við hini árini í Formuladeildini, sum hevur verið heitið á fremstu deildini síðan 2005, so vóru gott og væl 65 færri mál skotin í ár.

Tað skal sjálvandi takast við, at í løtuni standa tríggir dystir í seinasta umfarinum at enda málleysir, tí hesir vóru blástir av vegna veður.

 

Mál skotin í Formuladeildini:

Ár 2008: 364 mál

Ár 2007: 429 mál

Ár 2006: 432 mál

Ár 2005: 433 mál