Stutt eftir midnátt var ein harðskapstilburður uttan fyri høllina við Tjarnir. Tað var ein maður, sum sló ein annan mann. Tann órættaði varð sligin í andlitið.
Men í hesum føri er prógvini púra greið, sigur vaktleiðarin á polititøðini.
Av tilvild stóð ein bilur hjá ferðslupolitinum uttanfyri, og filmstólið var tendrað. Og bilurin stóð soleiðis, at tilburður kom á kameraið hjá bilinum.
Maðurin, sum sló, varð handtikin og skuldsettur og leyslatin aftur stutt eftir. Løgreglan fer í dag at tosa við vitni í málinum.










