Heimamissiónsfólk hittast til ársmøti

Havn: Ársmøtið hjá Heimamissiónini byrjaði hóskvøldið og heldur fram alt vikuskiftið.

Seinastu nógvu árini hevur Ársmøtið verið hildið í Leguhúsinum í Nesvík, men í ár verður tað í Meinigheitshúsinum og í Vesturkirkjuni í Havn. 

– Vit hava valt at flyta Ársmøtið til Havnar, millum annað fyri at gerast sjónligari í høvuðsstaðnum og millum føroyingar sum heild, sigur Vagn Foldbo, aðalskrivari hjá Heimamissionini. 

Í Nesvík hevur ein tann trupulleikan, at hølini ikki eru nóg stór til kvøldmøtini, tá ið tað ofta hevur verið sera trongligt. 

- Við at hava Ársmøtið í Havn, kunnu vit rúma nógv fleiri fólkum, sigur Vagn. Ársmøtið byrjaði í Meinigheitshúsinum, men frá leygarkvøldinum vera tiltøkini í Vesturkirkjuni.