Við hesum fer Giggs fram um Bobby Charlton, sum í síni tíð sum spælari umboðaði Manchester United 758 ferðir.
Ryan Giggs, sum er 34 ára gamal, spældi fyri fyrstu ferð á besta liðnum hjá Manchester United í 1990, og síðani hevur hann verið at kalla fastur maður, tá skaðar ikki hava forðað honum at spælt.
Hetta kappingarárið hevur hann tó í stóran mun verið skiftisspælari, og tað er væl hugsandi, at hann eisini hevur tann leiklutin í kvøld.
Men eins vist tykist tað, at hann verður millum teir, sum verða skiftir inn í dystin, har júst Sir Bobby Charlton fer at teljast millum áskoðararnar.