Í kvøld kemur tað aftur javnvág í bestu landskappingina hjá monnum í fótbólti.
Fyrst í august varð uppgerðin millum EB/Streym og KÍ í Hólmanum í 17. umfari útsett, tí KÍ var upptikið av europeisku kappingini. Tá varð dysturin ásettur at vera mikudagin 24. september, og klokkan 18.30 í kvøld fer Áki Leitisstein Hansen at bríksla fyri fyrstu ferð í Hólmanum á Eiði.
KÍ og EB/Streymur hittust sunnudagin í Klaksvík, og tá vann KÍ 6-2, og Páll A. Klettskarð, sum var liðformaður henda dagin, skoraði hattrikk.
KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen var leikbannaður sunnudagin. Hann er tøkur aftur og verður á miðvøllinum. Patrik Johannesen er leikbannaður, Jonn Johannesen er framvegis skaddur. Gilli Rólantsson Sørensen var ikki á listanum sunnudagin, tí hann var sjúkur. Hann vandi ikki í gjárkvøldið og verður neyvan á listanum í kvøld.
Hjá EB/Streymi verður liðformaðurin og verjuskansin Andras Ó. Olsen ikki við í kvøld. Sunnudagin var liðband í knænum skamfílað í Klaksvík, og tað rakti so meint, at Andras ikki er førur fyri at spæla í kvøld. Gutti Dahl-Olsen er burturstaddur, og Óli Eyðsteinsson Poulsen er leikbannaður. Jákup Hummeland er langtíðarskaddur.
KÍ er topplið við 60 stigum. Um tað eydnast FM favorittunum at vinna í kvøld, so verður frástøðan aftur til NSÍ undan trimum teimum seinastu umførunum 9 stig, og undan dystinum í kvøld er málmunurin hjá KÍ +62, meðan hann hjá NSÍ er +55.
EB/Streymur hevur ikki vunnið í landskappingini í meiri enn tríggjar mánaðir. 14. juni vann EB/Streymur 2-1 á heimavølli ímóti FC Suðuroy. Síðani tá hevur úrtøkan verið fýra stig í fýra javnleikum, og síðani tá hevur EB/Streymur tapt fimm dystir.
EB/Streymur er á sætta plássi við 24 stigum. Tað er eitt stig aftur til B68, og tað eru 11 stig fram til B36.