Í annaðkvøld klokkan 18 spælir KÍ seinna røkk støkk dystin í Conference League á Skonto leikvøllinum í Riga.
Fyrri dysturin móti Riga FC við Djúpumýru endaði við javnleiki 0-0.
Tað verður ein royndur niðurlendskur dómari, ið skal leiða uppgerðina millum Riga og KÍ.
Talan er um 39 ára gamla niðurlendska dómaran, Allard Lindhout.
Allard Lindhout hevur dømt í niðurlendskum fótbólti síðani 2010, og hann gjørdist altjóða dómari 1. januar í 2022.
Allard Lindhout hevur á tveimum sinnum dømt dystir hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum.
Fyrru ferð var á Tórsvølli 12. oktober í 2023. Tá taptu Føroyar í EM-undankappingardysti 0-2 fyri Póllandi.
25. mars í fjør dømdi Allard Lindhout HM-undankappingardystin í Podgorica millum Montenegro og Føroyar. Føroyar taptu dystin 0-1.
RIGA FC (LVA) [0:0] KÍ KLAKSVÍK (FRO)
Dómari: Allard Lindhout NED
Hjálpardómari 1: Johan Balder NED
Hjálpardómari 2: Murat Kücükerbir NED
Fjórði dómari: Alex Bos NED
VAR dómari: Jeroen Manschot NED
VAR hjálpardómari: Erwin Blank NED
UEFA dómara eygleiðari: Domagoj Vučkov CRO
UEFA umboð: Stewart Robertson SCO











