Nú Leirvík og Gøta hava lagt saman í eina kommunu, er gjørt av, at umsitingin skal vera í Gøtu. Men tað hevur so reist spurningin um, hvat kommunuskrivstovan í Leirvík so skal brúkast til. Eisini í bygdaráðnum hevur hesin spurningurin verið til umrøðu. Eitt, sum nógv hevur verið tosað um, er at gera kommunuskrivstovuna til kunningarstovu og til onnur endamál, sum hava við ferðavinnu og frítíðarvinnu at gera. Í hesum sambandi hava tey kannað eftir, hvussu ferðavinnutiltøk og kunningarstovur eru skipað aðrastaðni, men enn er ongin avgerð tikin.










