morgun. Tað var á miðdegi í gjár, at garnaskipið, Vesturland, boðaði frá, at eldur var komin í. Eldurin kyknaði frammi undir bakkanum, men breiddi seg skjótt til alt skipið. Teir vóri á Føroya Banka og [...] og tað vóru 10 mans við skipinum. Tað var ikki hugsingur um at sleppa framat at sløkkja, so øll manningin savnaðist á brúnni. Øll tilbúgvingin varð sett í verk alt fyri eitt og tað eydnaðist tyrluna at fáa [...] til lands. Tað er gott veður beint nu, men hann frískar vindin seinni, so tey á MRCC siga, at tey skuldu helst fingið fast á Vesturland í dag, áðrenn hann veksur vindin. Í løtuni er Vesturland 45 fjórðingar
tað er ein stórur fyrimunur, at kvoturnar í Grønlandi og á Flemish Kap eru eginkvotur. Eyðvarur Petersen vísir á, at í løtuni er føroyska kvotan á Flemish Kap lítil, men vónir eru um, at hon fer at veksa [...] dagføringar eru gjørdar á skipasmiðjuni, fara vit til fiskiskap. Hann væntar, at klárt verður at loysa umleið ein mánaða eftir, at skipið er komið heim til Føroya. Við nýggja skipinum verða einir 16 mans. [...] - ikki minst, tá kvoturnar eru smáar sum á Flemish Kap í løtuni. - Tá nøgdin er ov lítil at fara so langan veg eftir, ber til at býta tann partin, sum vit eiga á Flemish Kap, við kvotu hjá skipum, sum eiga
Treytirnar fyri at kunna bjóða á uppboðssøluni av veiðirættindum í 2017, blivu broyttar nógv í ársins kunngerð. Fiskimálaráðið sendi kunningina út herfyri. Teir, ið eiga føroysk fiskifør, kunnu bjóða í [...] í ár, uttan at hava eitt galdandi veiðiloyvi tengt at bátinum ella skipinum. Onnur broyting er, at feløg uttan skip kunnu eisini bjóða, um tey kunnu skjalprógva, at eitt fiskifari undir føroysku flaggi [...] uppboðssølan skal verða, skal alt verða handað inn. Millum annað skal tað prógvast at allur ognarskapur er á føroyskum hondum, sambært lógini um vinnuligan fiskiskap.
og rampan á skipinum kemur tí ikki niður at landi. Neyðugt er tí at gera broytingar við atløgubryggjurnar í Havn og í Nólsoy, soleiðis at Erla Kongsdóttir kann nýtast til ferðafólkflutning. Á býráðsfundi
menninir sær stundir til drekkamunn og andakt saman við sjómanstrúboðaranum umborð á Christiani í Grótinum í dag. Við skipinum eru 12 mans, tá teir royna eftir svartkjafti og 22, tá teir eitt nú royna eftir [...] fingu svartkjaftin eftir einari góðari viku. Túrurin byrjaði eystan fyri og endaði vestan fyri Føroyar. Á Facebook-síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini vita tey frá manningini at siga, at fiskiskapurin eftir
Hans Andrias Kelduberg, reiðari hjá Thor, sigur, at eftir kanningar á Landssjúkrahúsinum er greitt, at allir menninir, sum vóru við Vesturland, hava tað gott, og tíbetur hevur eingin fingið varandi mein [...] ljóst var, hevur ivaleyst gjørt bjargingararbeiðið nakað lættari. Reiðarin sigur, at nú liggur skipið á Skála, hagar Brimil kom við Vesturland í morgun, og eingin sleppur umborð, fyrr enn kanningararbeiðið [...] kanningararbeiðið fer at taka nakrar dagar. Hans Andrias Kelduberg dugir ikki at siga, hvussu verður við skipinum, sum at síggja til er uppkolað.
í ár. Fiskiskapurin eystanfyri hevur verið góður. Um 16-tíðina í dag verður flakatrolarin Vesturvón á Fuglafirði við fullari last, umleið 800 tonsum í flaki. Vesturvón, sum byrjaði túrin fyri góðum sjey [...] fór at sigla heim úr Barentshavinum seinasta fríggjadag. Hetta er ein skjótur og góður túrur hjá skipinum í nøgd. Vesturvón byrjaði túrin í norskum sjógvi, men hevur seinastu tíðina fiskað í russiskum sjógvi [...] Erland Olsen. Anfinn Olsen, reiðari, sigur, at hetta er annar túrurin hjá Vesturvón eystanfyri í ár, og á báðum túrunum hevur fiskiskapurin verið góður. Hin fyrra túrin høvdu teir 670 tons í flaki. Enniberg
meira um hetta á leinkjuni HER . Men vit hava fingið nakrar myndir av USS Ross í Runavík. Magnar Ennistíg hevur lagt leiðina framvið og tikið nakrar myndir. Hann slapp ikki heilt framat skipinum, men tað eydnaðist [...] Tað var um 10 tíðina í morgun, at amerikanska krígsskipið USS Ross kom á Runavík. Skipið er komið hendan vegin fyri at bunkra og sleppa sær av við burturkast, umframt møguliga at fáa proviant. Hetta er
var umborð á skipinum John Paul Dejoria, sum legði at fyri at bunkra. Japanskir myndugleikar hava givið út altjóða handtøkuboð fyri Paul Watson, og 21. juli fór løgreglan í Grønlandi umboð á John Paul Dejoria
????????? Nú hava vit hoyrt Gerhard Lognberg tosað um, at hann vil hava ein túr av Gomlurætt seint á kvøldi til fyrimun fyri fólk úr Sandoynni, sum arbeiða ella hava eitthvørt ørindi í Havn. Men mín áhugi [...] áhugi er meira vendur móti bussunum. Tað er ferð eftir ferð, at fólk standa sum Kánus við ferjuleguna á Gomlurætt og Skopun, tí eingin bussur er. Tað eru hóast alt ikki øll, sum ferðast við bili. Og tað er [...] er eisini nógv dýrari, tá tú ferðast ofta. Tí haldi eg, at tit skuldu fingið til og frá skipinum til hvønn túr, áðrenn tit byrja at grenja um fleiri túrar. Tað nýtist ikki at vera teir stóru bussarnir