Eingin fingið varandi mein

- Tað, sum er hent, er ógvuliga keðiligt, men vit prísa okkum lukkuligar fyri, at eingin mansskaði hendi, sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari.

Hans Andrias Kelduberg, reiðari hjá Thor, sigur, at eftir kanningar á Landssjúkrahúsinum er greitt, at allir menninir, sum vóru við Vesturland, hava tað gott, og tíbetur hevur eingin fingið varandi mein.

 

- Tað, sum er hent, er ógvuliga keðiligt, men vit prísa okkum lukkuligar fyri, at eingin mansskaði hendi. At eldurin kyknaði, meðan dagur og ljóst var, hevur ivaleyst gjørt bjargingararbeiðið nakað lættari.

 

Reiðarin sigur, at nú liggur skipið á Skála, hagar Brimil kom við Vesturland í morgun, og eingin sleppur umborð, fyrr enn kanningararbeiðið er gjørt.

 

- Vit vita ikki, hví eldur kom í skipið, men hetta fara so kanningarfólk at taka sær av. Eg vænti, at kanningararbeiðið fer at taka nakrar dagar.

 

Hans Andrias Kelduberg dugir ikki at siga, hvussu verður við skipinum, sum at síggja til er uppkolað.