Viðurskiftir skulu prógvast í góðari tíð

Skip og feløg, ið ætla at bjóða á uppboðssøluni av veiðirættindum, skulu senda síni skjøl inn í góðari tíð

Treytirnar fyri at kunna bjóða á uppboðssøluni av veiðirættindum í 2017, blivu broyttar nógv í ársins kunngerð.

Fiskimálaráðið sendi kunningina út herfyri.

 

Teir, ið eiga føroysk fiskifør, kunnu bjóða í ár, uttan at hava eitt galdandi veiðiloyvi tengt at bátinum ella skipinum. Onnur broyting er, at feløg uttan skip kunnu eisini bjóða, um tey kunnu skjalprógva, at eitt fiskifari undir føroysku flaggi skal fiska fiskin.

 

Av tí at treytirnar eru broyttar, vil Vørn hava, at neyðugu skjølini verða latin í góðari tíð. Alt skal góðkennast av Vørn áðrenn fyrsta uppboðssølan er í seinnu helvt av august. Vørn hevur sett eina seinastu freist at lata inn neyðugu skjølini. Tríggjar vikur áðrenn uppboðssølan skal verða, skal alt verða handað inn.

Millum annað skal tað prógvast at allur ognarskapur er á føroyskum hondum, sambært lógini um vinnuligan fiskiskap.