Í dag landar Christian í Grótinum 2100 tons av svartkjafti til Havsbrún í Fuglafirði. Teir fingu svartkjaftin eftir einari góðari viku. Túrurin byrjaði eystan fyri og endaði vestan fyri Føroyar.
Á Facebook-síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini vita tey frá manningini at siga, at fiskiskapurin eftir svartkjafti hevur verið góður í vár, men henda túrin var minni at fáa.
- Tað ljóðar eisini minni hjá øllum svartkjaftaskipunum, siga teir fýra menninir, sum høvdu landingartørn, tá sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í dag.
Lagt verður aftrat, at hóast okkurt smávegis var at taka hond í, tóku menninir sær stundir til drekkamunn og andakt saman við sjómanstrúboðaranum umborð á Christiani í Grótinum í dag.
Við skipinum eru 12 mans, tá teir royna eftir svartkjafti og 22, tá teir eitt nú royna eftir makreli, sum teir hagreiða og frysta umborð.