Møguleiki er fyri nýggjum samrøðum við Iran

- Tað kann henda innan teir næstu tveir dagarnar, og vit eru til reiðar at fara til Pakistan, sigur amerikanski forsetin

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at samrøður millum USA og Iran kunnu takast uppaftur innan stutta tíð.

 

- Tað kann henda innan teir næstu tveir dagarnar, og vit eru til reiðar at fara til Pakistan.

 

Tað sigur forsetin við New York Post.

 

Endamálið við samrøðunum millum Iran og USA er at finna eina loysn á skjótt tveir mánaðar langa stríðnum millum londini.

 

Almennir miðlar í Iran søgdu fyrr í dag, at samband hevur verið millum Teheran og Pakistan.

 

Men, sambært BBC vísir Iran kortini aftur, at samrøður eru avtalaðar við USA.

 

Samráðingarnar millum Iran og USA í Islamabad í Pakistan seinasta vikuskiftið endaðu úrslitaleysar.

 

Eftir at hava sitið við samráðingarborðið í 21 tímar, fór amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, av fundinum.

 

Einki ítøkiligt, sum kann verða við til at loysa kreppuna millum Iran og USA, spurdist burtur úr í Pakistan.

 

Í kvøld letur so amerikanski forsetin upp fyri møguleikanum, at nýggjar samrøður kanska verða seinni í hesi vikuni.