Ein norðmaður í 40-árunum druknaði á Gran Kanaria seinasta fríggjadag.
Tað veit Canariavisen at siga, og í norska uttanríkisráðnum hava tey váttað deyðsfallið.
Vanlukkan hendi á umtóktu strondini í Puerto Rico.
Neyðhjálparfólk fingu boð um vanlukkuna klokkan 17.43 seinasta fríggjadag.
- Maðurin varð fluttur á sjúkrahús við sjúkraflutningstyrlu, skrivar ávísin.
Tað eydnaðist ikki at bjarga manninum, og í norska uttanríkisráðnum vátta tey deyðsfallið.
- Við atliti til okkara tagnarskyldu kunnu vit ikki upplýsa um smálutir í málinum, sigur Cecilie Roang í norska uttanríkisráðnum.
Lesið eisini: Tað var Rebekka sum doyði á Gran Kanaria
https://www.in.fo/news-detail/tad-var-rebekka-sum-doydi-a-gran-kanaria











