15 ára gamla norska gentan, sum herfyri varð funnin deyð á Gran Kanaria, var Rebekka Andrine Osbakk Pedersen úr Sørfold í Noregi.
Saman við familju síni var hon og ferðaðist nærindis Puerto Rico-strondini í Mogan á Gran Kanaria.
Tað er Saltenposten í Noregi, sum kemur við hesari kunning í samráð við familju hennara.
- Hetta er ein stórur missur fyri alt lokalsamfelagið, sigur borgarstjórin í Sørfold, Kolbjørn Mathisen, við blaðið.
Áður hava vit skrivað her á In.fo, at hin 15 ára gamla gekk í framhaldsskúla.
Soleiðis, sum Saltenposten í Noregi nú skrivar, var hon eisini leiðari í ungdómsráðnum í Sørfold.
Rebekka Andrine Osbakk Pedersen varð funnin deyð leygardagin hin 28. mars, eftir at familjan hevði saknað hana henda morgunin.
Spanska løgreglan hevur sagt, at tey einki hava funnið, sum bendir á, at talan hevur verið um eitt brotsverk.
- Deyðsorsøkin er ikki staðfest, og málið verður framvegis kannað, vita norskir miðlar at siga.
Lesið eisini - Vitni sá gentuna stutt áðrenn líkið varð funnið
https://www.in.fo/news-detail/vitni-sa-gentuna-stutt-adrenn-likid-vard-funnid











