Tað fekk hann sum fyrrverandi løgtingsmaður og landsstýrismaður. Fyri at fáa fulla pensjón sum løgtingsmaður krevst, at tú hevur sitið á tingið í minsta lagi í 16 ár. Bill Justinussen sat á tingi frá 2004 til 2022, tilsamans 18 ár. Sløk tvey ár var hann í landsstýrinum, sum gevur honum rætt til partvísa landsstýrispensjón. Fyri at hava sitið eitt ár sum landsstýrismaður fekk man eftir gomlu pensjónsskipanini, sum enn er galdandi fyri tey, sum sótu í landsstýrinum fyri 2015, um 6.000 krónur um mánaðin restina av lívinum.
Full løgtingspensjón er 29.146 krónur.
Men nú Bill Justinussen, sum er 62 ára gamal, er valdur aftur á ting, missir hann sum vera man pensjónina og fær aftur løn sum tingmaður. Harvið sparir hann landskassanum fyri pensjónina.
Soleiðis kunnu vit staðfesta, at Bill Justinussen er fyrrverandi pensjónistur, nú hann aftur verður løgtingsmaður.











