Tími ikki at gera somu plátu tvær ferðir

Í dag letur Guðrið Hansdóttir nýggja heildarútgávu úr hondum. Sýrublað er sætta útgávan hjá Guðrið Hansdóttir

mynd: Kirstin Helgadóttir

Guðrið Hansdóttir setti sær fyri, at til hesa útgávuna skuldi hon bara samstarva við listafólk, sum hon ikki hevði samstarvað við áður. Hetta fyri at bjóða seg sjálvari av, og fyri at fáa eitt nýtt ljóð, tí Guðrið Hansdóttir tímir ikki at gera somu plátu fleiri ferðir.

 

- Sum tónleikari hevur tú ofta fólk sum tú arbeiðir fast við, tí tað er gott og nemt. Tit kennast, tú veit hvat tey duga, og hvussu tey hugsa. Hesaferð vildi eg gera nakað annað.

 

Guðrið Hansdóttir hevur valt listafólk, sum hon heldur vera spennandi og dugnalig. Eitt nú Høgna Lisberg, sum hevur framleitt útgávuna.

 

- Tað tók eina løtu at finna eitt arbeiðslag, men tá vit funni stevið gekk tað gott.

 

Hon heldur at nýggja útgávan ber brá av at vera upptikin beinleiðis.

 

##med2##

 

- Útgávan sum kom frammanundan var nógv produsera, tá var kela fyri hvørjum smáluti. Nýggja útgávan ljóðar meira sum ein bólkur sum spælir í einum rúmi, tað nýtist ikki at vera perfekt. Um kenslan er góð, og tað svingar væl, so brúka vit tað hóast ein tóni er við síðurnar av.

 

Tað eru fýra ár síðani Guðrið Hansdóttir seinast gav eina heildarútgávu út. Nýggja útgávan hevur vakt áhuga bæði í Føroyum og uttanlands.

 

- Eg haldi, at fólk eru við uppá tað og spent. Útgávan er á føroyskum, men tað tykist ikki at vera ein trupulleiki hjá áhoyrarum uttanlanda, og tað er spennandi.

 

Fyri nøkrum árum síðani spældi Guðrið Hansdóttir nógv í útlandinum, seinastu árini hevur hon spælt mest í Føroyum, men áhugin uttanlanda ger, at hon er farin hugsa út um landoddarnar.

 

- Tú veit ongantíð, hvussu tónleikurin verður móttikin, tá tú stendur í studio kanst tú hugsa at hetta veðrur populert, men so kann tað vísa seg at vera okkurt heilt annað sum fólk taka til sín.  

 

 

 

Tónleikarar

 

Guðrið Hansdóttir, sang, gittar, blokkfloytu, omnichord, klarinett

 

Høgni Lisberg, trummur, bass, guitar, klaver, sang, op-1, slagverk

 

Marianna Winther Nagata, kór

 

Katrina Olsen, kór

 

Dania O. Tausen, kór

 

Elinborg Pálsdóttir, kór

 

Jóhan Hentze, trompet og flugelhorn

 

Jákup Zachariassen, steel gittar

 

Uni Leitisstein Hansen, útvarpsrødd

 

Orða- og tónasmið

 

Guðrið Hansdóttir

 

Beinir Bergsson

 

Karl Andrias Stórá

 

Framleiðsla

 

Høgni Lisberg, lagt til rættis, framleitt, ljóðblandað, frumbandað

 

Guðrið Hansdóttir, lagt til rættis og framleitt

 

Kirstin Helgadóttir, perma og myndir

 

mynd: Kirstin Helgadóttir

mynd: Kirstin Helgadóttir