SCA meistaraheitið, kvinnur – hálvfinala:
Føroyar – Skotland 2-3 (18-25, 23-25, 25-22, 25-23, 12-15)
Føroyska flogbóltslandsliðið við kvinnum spældi í morgun hálvfinalu ímóti Skotlandi í kappingini um SCA meistaraheitið.
Skotland, sum hevur vunnið kappingina seinastu tvær ferðirnar, vann tey fyrstu tvey settini 25-18 og 25-23, men Føroyar mentu seg og komu afturíaftur og vunnu triðja og fjórða sett 25-22 og 25-23.
Í javnbrótaranum gekk javnt á til 5-5, tá Skotland fór framum við tveimum stigum. Føroyar minkaðu um munin til 8-9 og 9-10, men síðani fór Skotland framum 12-9. Nærri enn tvey komu Føroyar ikki aftur, og Skotland spældi seg til tríggjar dystarbóltar og legði seg á odda 14-11. Føroyar yvirlivdu tann fyrsta, áðrenn Skotland vann annan og settið 15-12.
Úrslitið hevur við sær, at Føroyar tí skulu spæla um bronsuna ímóti Írland kl. 17 í dag.
Írland hevði eins og Føroyar tapt sína hálvfinalu 3-2 og 15-13 í javnbrótaranum ímóti San Marino. Tað var eitt sindur óvæntað, at Írland skuldi standa seg so væl, tí í bólkaspælinum hevði Írland tapt greitt 3-0 fyri Føroyum. Nú møtast tey aftur í bronsudystinum kl. 17.
Bronsudysturin sæst á heimasíðuni hjá Flogbóltssambandinum á www.fbf.fo











