Hanus var sigursmálskjútti hjá Triglav Kranj

Hanus og liðfelagarnir eru triðfremst

Leygardagin eydnaðist tað Hanusi Sørensen og liðfeløgunum í NK Triglav Kranj at fáa úrtøku níggjunda dystin á rað í næstbestu slovensku fótbóltsdeildini. 

 

NK Triglav Kranj vann á heimavølli 2-1 á Dravinja. Oliver Kregar legði heimaliðið á odda longu í sætta minutti. Stutt undan steðginum javnaði útiliðið. Tá níggju minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki gjørdist Hanus sigursmálskjútti hjá heimaliðnum. Talan er um fjórða málið hjá Hanusi í deildini hetta kappingarárið.

 

Triglav er triðfremst í deildini við 48 stigum. Teir hava átta stig upp til Grosuplje á næstfremsta plássinum, og 11 stig upp til Nafta á fremsta plássinum nú sjey umfør eru eftir at leika í kappingini. 

 

Komandi leygardag klokkan 16 spælir Triglav dyst á útivølli móti ND Gorica.