Í minsta lagi tvey skip, sum eru komin úr iranskum havnum, eru sloppin gjøgnum Hormussundið, sum USA sigur seg hava eftirlitið við.
Hetta vísir vakmyndadátur.
Tað er fyritøkan, Kpler, sum savnar hesar marutimu dátur, og tað er fyritøkan sjálv, sum ber tíðindini.
Sambært fyritøkuni fór bulkskipið, Christianna, sum siglir undir liberiskum flaggi, gjøgnum Hormussundið, eftir at hava lastað mais í iranska havnarbýnum, Bandar Imam Khomeini.
- Skipið sigldi fram við iransku oynni, Larak, tíðliga seinnapartin mánadagin, veit Kpler at siga í dag.
Skipið fór gjøgnum sundið einar tveir tímar eftir, at USA segði, at stongsulin varð settur í verk fyri skipum, sum komu úr Iran - ella vóru á veg til Iran.
Síðan USA og Ísrael lupu á Iran hin 28. februar, hevur Iran havt eftirlitið við Hormussundinum, sum at kalla hevur verið stongt fyri skipaferðslu.
Seinnapartin mánadagin setti USA í verk sína blokadu av iranskum havnum, men higartil er lutfalsliga lítið frætt um, hvussu hetta hevur hepnast.











