Liðið hjá Samuel vann stórsigur í steypakappingini

SJK skoraði fimm mál í fyrra hálvleiki

Týsdagin spældi liðið hjá Samuel Chukwudi, SJK Seinäjoki dyst í fyrsta umfarinum í finsku steypakappingini, Suomen Cup.

 

Í dysti á útivølli móti HPK, ið spælir í triðbestu finsku fótbóltsdeildini vann SJK stórsigur 6-1. Í steðginum var SJK á odda 5-0. Teir megnaðu at skjóta fimm mál upp á 22 minuttir. 

 

Leygardagin klokkan 15 hevur SJK aftur dyst í bestu finsku fótbóltsdeildini. Tá spæla teir dyst á útivølli móti TPS