Eyðbjørg Hentze
???????????????
Nú hava vit hoyrt Gerhard Lognberg tosað um, at hann vil hava ein túr av Gomlurætt seint á kvøldi til fyrimun fyri fólk úr Sandoynni, sum arbeiða ella hava eitthvørt ørindi í Havn.
Men mín áhugi er meira vendur móti bussunum.
Tað er ferð eftir ferð, at fólk standa sum Kánus við ferjuleguna á Gomlurætt og Skopun, tí eingin bussur er.
Tað eru hóast alt ikki øll, sum ferðast við bili. Og tað er eisini nógv dýrari, tá tú ferðast ofta.
Tí haldi eg, at tit skuldu fingið til og frá skipinum til hvønn túr, áðrenn tit byrja at grenja um fleiri túrar.
Tað nýtist ikki at vera teir stóru bussarnir, sum koyra, um lítið fólk er. Tað kann til dømis vera tilkalling ella okkurt líknandi.