Lagdur í hondjørn tá flogfarið kom til Oslo

Tað gekk eftir øllum at døma ógvusliga fyri seg, tá eitt flogfar var á veg úr Krakow í Póllandi til Oslo í kvøld

 

Hendingin fór fram umborð í einum Wizz Air-flogfari í kvøld á veg úr Krakow í Póllandi til Oslo. Tá flogfarið var lent í Oslo Lufthavn, noyddist væl mannað løgregla út á flogvøllin og umborð í flogfarið. 

 

Átaksleiðarin hjá norsku løgregluni, Rune Isaksen, sigur, at tá løgreglan kom umborð í flogfarið, varð ein maður úr Póllandi, sum er í endanum av 20-unum, lagdur í hondjørn og varð borin úr flogfarinum.

 

Norska løgreglan sigur, at maðurin er koyrdur í brummuna, og fyribils veit løgreglan ikki at siga, hvør orsøkin er til hendingina umborð í flogfarinum úr Krakow.

 

Sambært www.tv2.no er hetta aðru ferð í tveir dagar, at norska løgreglan noyðist út til slagsmál umborð í einum flogfari. Í gjár fóru tveir menn í 20-unum til hendurs umborð í einum flogfari úr Malaga í Spania til Oslo.

 

Norska løgreglan sigur, at menninir, sum vóru í sama ferðalag, kundu ikki semjast um, hvør skuldi sita við vindeygað í flogfarinum, og neyðugt varð hjá flogmanningini at skilja menninar sundur.

 

Átaksleiðarin hjá løgregluni, Atle Vesttorp, sigur, at løgreglan stóð fyri flogfarinum, tá tað lendi, harav annar maðurin varð meldaður.

 

Bæði starvsfólk og ferðandi í flogfarinum, sum sótu nærmast teimum báðum, sum komu til ilnar, siga, at støðan í flogfarinum gjørdist sera óbehagilig.