Hetta er annar túrurin í Barentshavinum hjá flakatrolaranum Vesturvón í ár. Fiskiskapurin eystanfyri hevur verið góður. Um 16-tíðina í dag verður flakatrolarin Vesturvón á Fuglafirði við fullari last, umleið 800 tonsum í flaki.
Vesturvón, sum byrjaði túrin fyri góðum sjey vikum síðan, fór at sigla heim úr Barentshavinum seinasta fríggjadag.
Hetta er ein skjótur og góður túrur hjá skipinum í nøgd.
Vesturvón byrjaði túrin í norskum sjógvi, men hevur seinastu tíðina fiskað í russiskum sjógvi.
32 mans eru við Vesturvón, og skipari er Erland Olsen.
Anfinn Olsen, reiðari, sigur, at hetta er annar túrurin hjá Vesturvón eystanfyri í ár, og á báðum túrunum hevur fiskiskapurin verið góður.
Hin fyrra túrin høvdu teir 670 tons í flaki.
Enniberg og Gadus royna eisini í Barentshavinum í løtuni, og sum skilst er fiskiskapurin góður.