HM: Norskur leikari heldur nógv um føroyska avrikið

Maren Nyland Aardahl dregur Føroyar fram í samrøðu við VG

Maren Nyland Aardahl

Í samrøðu við VG sigur Maren Nyland Aardahl, ið hevur spælt 80 landsdystir, og sum hevur vunnið bæði HM, OL og EM við Noregi, at hon er hugtikin av føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti.

 

"– Jeg må få trekke frem Færøyene som har gjort en kjempebra jobb og har mange kule spillere"sigur Maren Nyland Aardahl um føroyska kvinnulandsliðið í samrøðu við VG.

 

Norðmenn hava higartil vunnið fimm stórsigrar og risasigrar við málmunum millum 12 og 25 mál higartil í HM-endaspælinum. Tí hava norskir miðlar borið upp á mál, at HM eigur at minkast úr 32 liðum niður í 24 lið aftur. Norsku miðlarnir hava eisini verið óttafullur um undirtøkuna fyri HM-endapølunum í framtíðini, um slík úrslit við stórum málmuni koma ofta fyri.

 

Men tey hava bara gott at bera føroyska kvinnulandsliðnum. 

 

Í annaðkvøld klokkan 19.30 spæla Føroyar seinasta dystin í HM-millumbólki 2 í Dortmund, har Ísland verður mótstøðuliðið. 

 

Maren Nyland Aardahl