Royna at forpurra fosturtøkulógina

Helgi Abrahamsen og Steffan Klein Poulsen ger nú eina seinastu roynd at forpurra lógina um fría fosturtøku

Til 3. viðgerð av lógini um fría fosturtøku, sum er á skrá til tingfundin í morgin, kemur broytingaruppskot frá Helga Abrahamsen úr Sambandsflokkinum og Steffani Klein Poulsen úr Miðflokkinum um at útseta gildiskomuna av fosturtøkulógini til 1. januar 2027.

Tað segði Helgi Abrahamsen við útvarpið í kvøld.

Samært lógaruppskotinum, sum varð samtykt við 2. viðgerð í gjárkvøldið, so skal lógin koma í gildi 1. juli næsta ár. Orsøkin til tað er sambært uppskotinum, at tíð skal vera til at fyrireika seg til broytingarnar sambært uppskotinum. T. d. skal landsstýrisfólkið seta eitt samráð, og Føroya Kærustovnur skal velja tey serkønu, sum skulu vera við í kæruviðgerðini.

Eisini skal landsstýrisfólkið áseta nærri reglur um ráðgevingina sambært § 7, áseta nærri reglur um umsókn um fosturtøku og um viðgerð av málum um fosturtøku sambært § 13 og áseta nærri reglur um starvsskipan fyri samráðið sambært §14.

Helgi Abrahamsen segði við Kringvarpið, at teir halda, at nýggja Løgtingið skal fáa høvi at taka støðu til lógina, áðrenn hon kemur í gildi. Sambært honum er hendan lógin so týdningarmikil, at fólk mugu vit áðrenn eitt løgtingsval, at slík lóg er í umbúna, so tey kunnu atkvøða út frá tí.

Tað er tó lítið sannlíkt, at slíkt broytingaruppskot verður samtykt. Endamálið er jú at steðgað eini lóg, sum meiriluti er fyri í Løgtinginum, so tað fer ikki at henda.

Men vit plaga at siga, at í politikki kann alt henda. Men tað hendir valla í morgin, at Løgtingið fer at samtykkja eina lóg um fosturtøku, sum nýggja Løgtingið, sum verður valt næsta ár, skal góðtaka, áðrenn hon verður sett í gildi. Soleiðis verður bara ikki arbeitt í politikki.

Men eyðsæð er, at øll knep verða brúkt. Uppskotsstillararnir nýttu høvið, at útskifting í Løgtinginum broytti meirilutan. Tá so hesin meiriluti broyttiast aftur, súltaðu andstøðulimir í Rættarnevndini saman við Henriki Old málið soleiðis, at málið ikki kom til 2. viðgerð, fyrr enn meirilutin fyri uppskotinum var horvin aftur á tingi. Men so spældu løgmaður, Djóni Nolsøe Joensen og Súsanna Bertholdsen teimum eitt puss – og so var aftur meiriluti á tingi fyri uppskotinum.

Nú royna Helgi Abrahamsen og Steffan Klein Poulsen at broyta gildiskomuna av uppskotinum til tað aftur eftir næsta løgtingsval – eftir øllum veljarakanningum at døma – aftur er meiriluti á tingi ímóti hesi fosturtøkulóg.

Í morgin síggja vit, hvussu leikur ferð. Uttan iva verður drúgvt orðaskifti – men helst verður úrslitið tað sama, sum tað var í gjár, 17 atkvøður fyri og 16 atkvøður ímóti uppskotinum.