Nær fara politikarar at javnseta sálarliga og kropsliga heilsu?

Í Føroyum er talið av innleggingum í psykiatriini økt við umleið 12% frá 2016 til 2024. Tað merkir, at fleiri enn nakrantíð stríðast so mikið sálarliga, at tey hava brúk fyri einari innlegging. Men samstundis skal psykiatriski depilin spara.

Hvussu kann eg, sum brúkari á psykiatriska deplinum, góðtaka tað?

 

Menniskju, ið stríðast sálarliga, missa ofta vónina, tá tey hoyra um langar bíðitíðir til útgreining, langar bíðitíðir til sálarfrøðing, ein psykiatriskan depil, sum longu er fult upptikin, og eitt øki, sum hevur verið niðurraðfest í alt ov langa tíð.

Tí hetta er tann beiski veruleikin: flestu bíðitíðir á psykiatriska deplinum eru langar, og tá ið vit tosa um sálarliga hjálp, eru tilboðini fá. Samstundis verður ábyrgdin ov ofta løgd á einstaklingin og familjuna, sum frammanundan eru sperd, heldur enn á eina skipan, sum í einum vælferðarsamfelagi eigur at lofta.

Eg kann ikki lata vera við at hugsa um starvsfólkini á psykiatriska deplinum, sum gera eitt fantastisk arbeiði, men sum eru undir einum risa trýsti. Fleiri sjúklingar mugu deila kamar, og uppaftur fleiri verða útskrivaðir ov tíðliga, tí fleiri verða innlagdir. Soleiðis mugu tey dagliga raðfesta, hvør skal út, áðrenn viðkomandi yvirhøvur er komin seg so mikið, at tað er trygt at lata hann fara.

 

Sama høvdu vit ongantíð góðtikið á einum somatiskum øki. Eingin hevði sagt, at tað er í lagi at skriva ein hjartasjúkan út, áðrenn hann er stabilur, tí plássið skal brúkast til ein annan. Men tá tað snýr seg um sálarliga heilsu, tykist tað kortini verða meira góðtikið.

Fólk við sálarligum líðingum og avbjóðingum skulu hava eins góðan rætt og øll onnur, og mann skal ongantíð føla seg sum eina byrðu fyri heilsuverkið, tí ein hevur tørv á hjálp.

Eg sum brúkari ynski so inniliga, at tey, sum stilla upp til løgtingsvalið veruliga raðfesta

 sálarheilsu og arbeiða fyri at hjálp eru til tey, ið hava tørv á henni, og at tey steðga sparingini á einum øki, har tørvurin bara sær út til at veksa.

Framyvir eiga tey at tryggja nøktandi karmar, so sjúklingar ikki verða útskrivaðir ov tíðliga, og at leggja eina greiða ætlan fyri at stytta bíðitíðir og byggja út fyribyrgjandi tilboð.

Sálarlig heilsa snýr seg um alt tað, sum ger lívið vert at liva.

Tí er ikki nokk at taka orðini í munn um, at “sálarliga heilsa fara vit at raðfesta” nú eiga politikarar at vísa tað í verki og javnseta sálarliga og kropsliga heilsu, bæði í raðfestingum, fígging og lógum.

 

Nuka Heinrich Eidesgaard

35 ár / mamma / lesandi

Brúkari á psykiatriska deplinum / nevndarlimur í Sinnisbata