– Er ikki ein greiður meiriluti fyri at broyta lógina, fari eg ikki at brúka tíð upp á tað, sigur Beinir Johannesen og vísir á, at í fleiri flokkum eru fólk, sum eru bæði fyri og ímóti Mynd: Álvur Haraldsen

Fólkaflokkurin fer ikki til val uppá at broyta abortlógina

– Hetta er ikki tað, sum vit fara til val upp á, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum

– Er ikki ein greiður meiriluti fyri at broyta lógina, fari eg ikki at brúka tíð upp á tað, sigur Beinir Johannesen og vísir á, at í fleiri flokkum eru fólk, sum eru bæði fyri og ímóti Mynd: Álvur Haraldsen

Sambært Frihedsbrevet, so fer Fólkaflokkurin ikki til val uppá at rulla broytingina í abortlógini aftur. 

– Persónliga var eg keddur av, at lógin kom ígjøgnum í fjør. Eg haldi ikki hatta er ein góð lóggáva, sigur Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, í samrøðu við Frihedsbrevet.

Hann vísir á, at um so er, at tað verður ein breiður meiriluti á ting, sum tekur undir við at gera eina nýggja lóg, sum hvørki er tann gamla frá 1956 ella tann nýggja, sum kemur í gildi seinni í ár, so hevði hann verið opin fyri tí.

– Tað hevði verið tað besta. Men júst hvør loysn tað skal vera so, má mann taka í møguligum samráðingum, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum við Frihedsbrevet.

– Men ætlar tú tær at broyta lógina, áðrenn hon kemur í gildi? verður hann spurdur:

– Veruleikin í politikki er, at tú skalt hava ein meiriluta, fyri at broyta eina lóg. Tað skal man eisini hesaferð, sigur hann.

– Men ætlar tú tær at raðfesta hetta málið?

– Hetta er ikki tað, sum vit fara til val upp á, sigur Beinir Johannesen.

Spurdur aftur og aftur um, hvørt tað skal skiljast sum, at hann ikki ætlar sær at nerta abortlógina, vil formaðurin í Fólkaflokkinum ikki geva eitt greitt svar, skrivar Frihedsbrevet.

Og harvið ber til at staðfesta, at so verður lógin ikki rullað aftur. Miðflokkurin stríðist fyri tí, men uttan Fólkaflokkin, so ber tað í øllum førum ikki til. Konservativi parturin í Sambandsflokkin megnar tað heldur ikki uttan Fólkaflokkin.

Í samrøðuni við Frihedsbrevet vísir Beinir Johannesen á, at avger einki einsamallur.

– Er ikki ein greiður meiriluti fyri at broyta lógina, fari eg ikki at brúka tíð upp á tað, sigur hann og vísir á, at í fleiri flokkum eru fólk, sum eru bæði fyri og ímóti.

Í morgin klokkan 14 leggur Fólkaflokkurin valskránna fram, men sum Frihedsbrevet skilir, so verður málið um fría abort heldur ikki umrøtt har.