Tað er ikki smávegis avbjóðing Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í HØJ hava fingið í áttandapartsfinaluni í donsku steypakappingini.
Í áttandapartsfinaluni fær HØJ, ið spælir í næstbestu donsku hondbóltsdeildini vitjan av meistaraliðnum, Aalborg.
Enn er eingin dagfesting nær dysturin verður leiktur.
HER er lutakastið til áttandapartsfinalurnar. Føroyingaliðini eru merkt við feitum stavum:
Grindsted GIF – Fredericia Håndboldklub
Ribe-Esbjerg HH – Mors-Thy Håndbold
TMS Ringsted - TTH Holstebro
Sønderjyske – GOG
Nordsjælland Håndbold – Skjern Håndbold
Skive fH – Skanderborg AGF
KIF Kolding – Bjerringbro-Silkeborg
HØJ Elite – Aalborg Håndbold










