Fýra klipp og eitt koyriforboð

Ein ungur bilførari fekk koyriforboð fyri at koyra ov skjótt

Í gjáramorgun hendi eitt ferðsluóhapp í rundkoyringini í Gøtudali. Ein bilførari helt ikki nóg góða frástøðu og rendi á bilin frammanfyri. Tað hevði klipp í koyrikortið við sær.

 

Løgreglan gjørdi eisini ferðslukanningar við lasara, serliga í Eysturoynni. Kanningarnar góvu trý klipp og eitt koyriforboð.

 

Tveir bilførarar vórðu máldir at koyra ávikavist 105 og 109 kilometrar um tíman og fingu klipp. Ein bilførari, sum bert hevði havt koyrikortið í stutta tíð, varð máldur at koyra 116 kilometrar um tíman og fekk koyriforboð.

 

Eisini varð ein lastbilur máldur at koyra 87 kilometrar um tíman, hóast mesta loyvda ferðin hjá honum var 70 kilometrar um tíman.

 

Í Havn fekk ein bilførari klipp í koyrikortið og bót fyri at tosa í telefon undir koyring.

 

Annars hevði løgreglan einki at skriva um frá restini av degnum og náttini.