Mest fáa Bjørt Samuelsen og Kaj Leo Holm Johannesen, sum fáa ávikavist 45.896 kr og 46.938 kr um mánaðin restina av lívinum. Tey eru 61 ár, nú tey fara á pensjón.
Sosialurin hevur hugt upp á pensjónsviðurskifti hjá tingfólkum, sum hava boðað frá, at tey ikki stilla uppaftur.
Løgtingið hevur í hesum valskeiðinum broytt ta so nógv umrøddu og sera feitu pensjónsskipanina hjá løgtingsfólkum. Hon verður nú 'normaliserað', men hon kemur ikki í gildi fyrr enn eftir løgtingsvalið.
Tá Løgtingið um aldarskiftið tvífaldaði tingmannalønirnar og løgtingspensjónirnar varð tað gjørt við afturvirkandi kraft fyri tey, sum tá sótu í Løgtinginum. Tann nú sera feita pensjónin varð ikki galdandi fyri tey, sum tá vóru fyrrverandi tingfólk.
Nú tá hendan sera feita pensjónsskipanin verður tikin, so verður tað ikki galdandi fyri sitandi tingfólk, men fyri tey, sum koma aftaná. Tingfólk í dag varðveita tað, sum tey hava spart upp í pensjón – og pensjónsaldurin, sum er í mesta lagi 67 ár. Hava tey sitið 16 ár á tingi, so hava tey rætt til 60 ára pensjónsaldur.
Sjálvt um Løgtinngið einaferð hevur hækkað pensjónsaldurin hjá øllum føroyingum til 68 ár, og sjálvt um Løgtingið einaferð hevur roynt at hækkað hann til 69 ár og einaferð til 70 ár, so er eingin roynd gjørd at hækka pensjónsaldurin hjá tingfólki.
Onkur kundi kanska sagt, at tingfólk ikki trúgva upp á boðskapin hjá Búskaparráðnum um, at hægri pensjónsaldur styrkir haldføri í búskapinum.
Høvdu tingfólk trúð uppá, at tað er so gott fyri búskapin, so høvdu tey sjálvandi byrjað við sær sjálvum – men tað gera tey ikki.
Lesið meira í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið. Haldara kunnu lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.












