Í kvøld vóru aftur fýra fyrru áttandapartsfinalur á skránni í Champions League.
Bodø/Glimt stóð fyri enn einum góðum úrsliti á Aspmyra leikvøllinum í Bodø. Tað eydnaðist heimaliðnum at vinna ein greiðan 3-0 sigur á Sporting Lissabon, og hevur norska liðið nú eitt gott útgangsstøðið.
Real Madrid vann á heimavølli 3-0 á einum merkiliga tamum Manchester City liði. Federico Valverde skoraði eitt reint hattrick í fyrra hálvleiki. Tað stóð á jøvnum 2-2 í París millum PSG og Manchester City, men seinasta stóra korterið skoraði PSG tríggjar ferðir og vann sostatt dystin 5-2. Kai Havertz bjargaði Arsenal javnleik 1-1 á útivølli, tá hann móti dystarenda javnaði fyri Arsenal móti barndómsfelagi sínum, Bayer Leverkusen.
Úrslitini og málskjúttarnir í kvøld:
Bodø/Glimt-Sporting Lissabon 3-0 (2-0)
1-0 Sondre Fet, br. ('32 )
2-0 Ole Blomberg ('45+1)
3-0 Kasper Hogh ('71 )
Real Madrid-Manchester City 3-0 (3-0)
1-0 Federico Valverde ('20 )
2-0 Federico Valverde ('27 )
3-0 Federico Valverde ('42 )
Paris Saint Germain-Chelsea 5-2 (2-1)
1-0 Bradley Barcola ('10 )
1-1 Malo Gusto ('28 )
2-1 Ousmane Dembele ('40 )
2-2 Enzo Fernandez ('57 )
3-2 Vitinha ('74 )
4-2 Khvicha Kvaratskhelia ('86 )
5-2 Khvicha Kvaratskhelia ('94 )
Bayer Leverkusen-Arsenal 1-1 (0-0)
1-0 Robert Andrich ('46 )
1-1 Kai Havertz, br. ('89 )











