Miss Moneypenny er ikki vard av upphavsrætti

Miss Moneypenny er eins nógv ein partur av James Bond filmsrøðini sum serlig njósnaraútgerð og Martini.

Men tað merkir ikki, at tann fiktivi MI6-skrivarin er vardur av upphavsrætti.

Tað hevur ein týskur dómstólur gjørt av, skrivar AFP.

Dómstólurin hevur víst frá sær einum rættarmáli móti einum felag, sum bjóðar skrivara- og bókhaldstænastu frá sær.

Felagið brúkar slagorðið "My Monnypenny" í lýsingum sínum, og tað er ikki brot á upphavsrættarlógina, avgjørdi rætturin.

Hart arbeiðandi skrivarin hjá njósnaraleiðaranum M hevur ein lítlan, men afturvendandi leiklut í næstan øllum James Bond filmunum, har hon hevur eitt flørtandi samband við super agentin 007.

Tað var eitt amerikanskt felag, sum tryggjaði sær rættindini til filmarnar, sum førdi rættarmálið móti týsku felagnum.

 

/Ritzau/