Um talan verður um eina samgongu millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin, so koma í øllum førum seks og kanska sjey varafólk á ting, um so verður, at allir flokkar finna sær landsstýrisfólk úr tingmanningini.
Hóast tað liggur í kortunum, at skipast skulu seks aðalráð, so vildi Beinir Johannesen í samrøðu við in.fo ikki binda seg til seks. Hann segði, at tað kann vera eitt færri ella eitt fleiri. Tað merkir, at ein møguleiki er, at tað vera sjey aðalráð. Um so verður, so fær Fólkaflokkurin løgmann og tvey landsstýrisfólk, meðan Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fáa tvey landsstýrisfólk í part.
Fyrstu varafólk hjá Fólkaflokkinum eru:
- Fía Selma Nielsen við 327 atkvøðum
- Astrið Breckmann við 322 atkvøðum.
Næstur er Kristian Krog Hentze við 297 atkøvðum – um Fólkaflokkurin fær trý fólk í landsstýrið.
Hjá Sambandsflokkinum eru fyrstu tvey varafólkini:
- Magni Højgaard við 342 atkøvðum
- Anna Falkenberg við 272 atkøvðum
Roknast kann við, at Anna Falkenberg tekur farloyvi úr Løgtinginum fyri at røkja Fólkatingsarbeiðið. So verður tað Hermann Samuelsen, býráðslimur í Klaksvík, sum kemur á ting sum fastur varamaður. Hann fekk 255 atkvøður.
Hjá Javnaðarflokkinum eru varafólkini:
- Bjørt Lind við 287 atkvøðum
- Eyðgunn Samuelsen við 263 atkvøðum.
Eyðgunn Samuelsen er tann einasta av hesum, sum hevur sitið á tingið áður. Og har hevur hon drúgvar royndir, tí hon hevur sitið á tingi at kalla út í eitt síðani 2008. Hon hevur eisini sitið í landsstýrinum frá 2015 til 2019.
Lesið eisini: Beinir tosar við Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin
Vit skulu tó leggja dent á, at hetta bara er galdandi, um ein samgonga verður skipað millum hesar tríggjar flokkar. Tað vita vit sjálvandi ikki enn. Men tað er rættiliga sannlíkt, at minst tveir av hesum flokkum, Fólkaflokkurin og annaðhvørt Sambandsflokkurin ella Javnaðarflokkurin – koma í samgongu, og so verða tað nevndu varafólk, sum taka sæti fyri landsstýrisfólk – um landsstýrisfólkini, sum tey sum oftast plaga – verða vald úr tingmanningini.










